HM-hondbóltur í sjónvarpinum

HM-hondbóltur í sjónvarpinum
A-landsliðið hjá monnum spælir tríggjar HM undankappingardystir í Luksemburg komandi dagarnar.
Savnsmynd
 
10.01.2020 - 09:28

Kappingin er eitt undanumfar til undankappingina til HM-endaspælið í manshondbólti um eitt ár. Føroyar eru í bólki saman við Litava, Slovakia og Luksemburg, sum eisini er vertur fyri kappingini.

Vinnarin av kappingini skal spæla play-off dystir um at sleppa í sjálva undankappingina til endaspælið. Vegurin til HM er sostatt langur, og hann byrjar við dystunum hetta vikuskiftið. 

Føroyar leggja fyri móti Litava í dag kl. 16, og spæla síðan móti Slovakia í morgin - leygardagin kl. 14. Seinasti dysturin er sunnudagin klokkan 16.30 móti Luksemburg. 

Kringvarpið vísir allar dystirnar beinleiðis í sjónvarpinum, Suni Merkistein sigur frá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572