Jørðin fingið ein nýggjan »smá-mána«

Jørðin fingið ein nýggjan »smá-mána«
Granskarar hava funnið eitt lítlan lut, sum ferðast um jørðina, ið er á stødd við ein bil
Á øðrum sinni hava granskarar uppdagað tað, sum helst er eitt brot frá eini gongustjørnu, sum ferðast um jørðina
Mynd: Kacper Wierxchos and Theodore Pruyne, University of Arizona, Catalina Sky Survey  
 
28.02.2020 - 08:09

Luturin varð funnin av stjørnufrøðingum við Catalina Sky Survey í USA, og seks onnur observatorium hava nú eisini sæð lutin. Luturin er í umferð um jørðina, og granskarar og miðlar kalla lutin fyri ein smá-mána, skrivar videnskab.dk

Talan er helst um eitt brot av eini smágongustjørnu, sum er fangað í tyngdarmegini hjá jørðini, sigar granskarar við lærda háskúlan í Keypmannahavn.

Luturin er á stødd við ein bil, og verður kallað 2020 CD3. Smá-mánin nýtir 47 dagar at ferðast eina ferð um jørðina.

Hetta er bara aðru ferð, at ein lutur er funnin, sum er bundin at jørðini á henda hátt. Ta fyrru ferðina var í 2006, skrivar Berlingske á netinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037