Biden vann í South Carolina

Biden vann í South Carolina
Fyrrverandi varaforsetin er tí fyribils aftur við í kappingini um at gerast forsetavalevni hjá demokratunum
 
01.03.2020 - 13:16

Fyrrverandi amerikanski varaforsetin, Joe Biden, vann undanvalið í South Carolina í nátt. Hann fekk 48,4 prosent av atkvøðunum, og Bernie Sanders fekk um 20 prosent.

Øll hini sum stillaðu upp, fingu minni enn 10 prosent hvør. Eftir sigurin er Joe Biden fyribils við aftur í kappingini um at gerast forsetavalevni hjá demokratunum á forsetavalinum í november.

Bíða í spenningi eftir Supertuesday

Nú verður í spenningi bíðað eftir Supertuesday, sum verður týsdagin, tá undanval verður í 14 statum samstundis. Roknað verður við, at tá val hevur verið í teimum 14 statunum, verður greitt, hvør skal bjóða Donaldi Trump, forseta av.

Serliga stórur áhugi er fyri stóru statunum, Texas og California á undanvalinum týsdagin. Fyri at gerast valevni hjá demokratunum, skulu valevnini hava valfólk, og tey fáa valfólk á hvørjum vali.

Tilsamans eru 1.991 valfólk at kappast um. Enn er ikki stórur munur, tí Pete Buttigieg, hevur higartil fingið 14 valfólk og Bernie Sanders hevur fingið 12. Øll hini hava fingið færri valfólk.

Bernie Sanders stóra undirtøku

Ríkmaðurin, og fyrrverandi borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, hevur boðað frá, at hann eisini fer at royna at gerast valevni hjá demokratunum. Hann hevur ikki stillað upp enn, men verður við í kappingini týsdagin.

Hóast Joe Biden vann undanvalið í South Carolina, so verður framvegis roknað við, at Bernie Sanders fer at gerast valevni hjá demokratunum, tí allar meiningakanningar vísa, at hann hevur størst undirtøku.

Onnur sum høvdu ætlanir um at vinna undanvalini, hava valt at gevast, tí tey ikki fáa nóg stóra undirtøku. Ein teirra er ríkmaðurin, Tom Steyers, sum eftir valið í South Carolina, boðaði frá, at hann gevst við royndini at gerast forsetavalevni hjá demokratunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037