Hey Jude-tekstur seldur fyri seks milliónir

Hey Jude-tekstur seldur fyri seks milliónir
Hondskrivaði teksturin hjá Paul McCartney til Beatles-hittið, Hey Jude, varð seldur á uppboðssølu, nú 50 ár eru síðan bólkurin gavst
 
11.04.2020 - 10:17

Teksturin til The Beatles stórhittið, Hey Jude, sum Paul McCartney skrivaði við hond í einum upptøkuhøli í 1968, varð í gjár seldur fyri 910.000 dollarar á eini uppboðssølu í New York, skrivar Danmarks Radio. 

Tað svarar til umleið 6,2 milliónir krónur.

Uppboðssølan varð hildin, tí tað í gjár vóru júst 50 ár síðan, at teir fýra beatlarnir fóru hvør til sítt. 250 lutir vórðu seldir á uppboðnum, sum var á netinum.

Millum hinar lutirnar, sum vórðu seldir, var ein tekning hjá John Lennon og Yoko Ono, sum fór fyri 94.000 dollarar, og eitt øskubikar hjá trummuspælaranum, Ringo Star, sum varð selt fyri góðar 32-túsund dollarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391