USA letur konsulát upp í Nuuk

USA letur konsulát upp í Nuuk
Konsulátið skal halda til í sama bygningi sum Arktisk Kommando
 
08.06.2020 - 09:51

Mikudagin letur USA upp konsulát í Nuuk í Grønlandi. 

Í mai í fjør fekk USA sær skrivstovu í Nuuk við sendifólki.

Sendifólki hevur síðani arbeitt lutvíst á sendistovuni í Keypmannahavn og lutvíst á skrivstovuni í Nuuk.

Men nú letur USA so konsuláti formliga upp mikudagin, tá móttøka verður í grønlendska høvuðsstaðnum.

Sama bygning sum Arktisk Kommando
Grønlendska kringvarpið, KNR, hevur fregnast um, hvør verður til staðar til móttøkuna, men tað hevur ikki eydnast teimum at finna út av tí.

Amerikanska konsulátið verður í sama bygningi sum Arktisk Kommando - og tað er ein avgerð, sum danski verjumálaráðharrin, Trine Bramsen, hevur góðkent.

Sambært grønlendska kringvarpinum hevði USA eisini konsulát í Grønlandi frá 1940 til 1953.hæ

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115