Byggja nýggjan verksmiðjutrolara fyri 400 mió. kr.

Byggja nýggjan verksmiðjutrolara fyri 400 mió. kr.
Dótturfelagið hjá P.f. Ennibergi fær nýggja trolaran í 2022
Soleiðis fer nýggi trolarin hjá reiðarínum Havborg at síggja út
 
12.06.2020 - 12:45

Reiðaríið Havborg, sum er dótturfelag hjá P/F Ennibergi, hevur gjørt avtalu við Tersan Shipyard í Turkalandi um at smíða nýggjan verksmiðjutrolara, sum í fyrstu atløgu skal fiska rækju.

Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi.

Orsøkin til avgerðina er, at felagið metir, at nú eru støðug viðurskifti í føroysku fiskivinnuni,  sigur Kaj Johannesen, stjóri í samtakinum Farcod, sum m.a. eigur P/F Havborg og P/F Enniberg.

Skipsteknisk AS í Noregi hevur teknað og projekterað verksmiðjutrolaran í samstarvi við reiðaríið, soleiðis at nýggi trolarin er serútgjørdur við serligum atliti at munadyggum og tryggum arbeiðsgongdum í øllum liðum umborð.

Pláss fyri 40 monnum

Pláss verður fyri 40 monnum umborð, men alt veldst um, hvat slag av fiskiskapi, talan verður um - t.d. telur manningin 18 á rækjuveiði og 34 til toskafiskiskap. Stórur dentur er lagdur á so skynsama orkunýtslu sum gjørligt fyri at minka sum mest um útlátið sigur felagið.

Verksmiðjutrolarin verður 87,5 metrar langur og 18 metrar breiður. Hann verður tøkniliga útgjørdur til at kunna toga við trimum trolum í senn. Talan verður um eina framkomna verksmiðju umborð, sum bæði kann viðgera rækjur, fisk og mjøl.

Skipsteknisk AS teknaði og projekteraði eisini Enniberg fyri 30 árum síðani fyri Mortan Johannessen, sum framvegis er høvuðspartaeigari í samtakinum.

Kemur í 2022

Turkiska skipasmiðjan, Tersan Shipyard, sum í næstum fer at strekkja kjølin til nýggja trolaran, hevur drúgvar royndir at byggja dygdargóðar verksmiðjutrolarar.

Nýggi verksmiðjutrolarin kostar umleið 400 milliónir krónur at byggja, og trolarin kemur til Føroya í 2022.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595