100 milliónir fólk kunnu enda í fátækradømi

bannari
100 milliónir fólk kunnu enda í fátækradømi
Koronukreppan kann hava við sær, at minst 100 milliónir fólk kunnu enda í ógvusligum fátækradømi, sigur stjórin í heimsbankanum
 
23.08.2020 - 09:34

Tað er munandi verri enn í mai, tá Heimsbankin metti, at 60 milliónir fólk fóru at enda í fátækradømi orsakað av koronu.

Verður gongdin tann sama, ella versnar, so fara nógv fleiri at merkja fátækradømið av álvara. 100 milliónir fólk kunnu enda í ógvusligum fátækradømi, sigur stjórin í Heimsbankanum.

Ógvusligt fátækradømi er, tá fólk vinna minni enn 1,9 dollarar um dagin, sum er minni enn 17 krónur.

Skuldin hjá fátæku londunum strikast

G-20 londini hava longu samtykt at úseta lánini hjá teimum londunum sum eru ringast fyri, árið út, og fleiri lond siga seg verða sinnað at leingja avtaluna í 2021, men tað er ikki nóg mikið, sigur Malpass.

Hann mælir til, at ríku londini strika skuldina hjá fátæku londunum, einki annað hjálpir londunum, sigur Heimsbankin.

Kreppan hevur við sær, at fátæku londini hava nóg mikið at hugsa um fyri at hjálpa fólkinum sum frægast, og tí hava tey ikki pengar til annað, sigur Malpass.

Heimsbankin metti í juni, at heimsbúskpaurin stendur fyri størsta hóttafalli í 150 ár, tí talið av londum, har búskapurin minkar, hevur ikki verið hægri síðani í 1870, ella í 150 ár, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 12. mai
Morgunlestur týsdagur 12.mai 2026
208058
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162