Fekk harðari revsing í landsrættinum

Fekk harðari revsing í landsrættinum
Ein 60 ára gamal maður fekk hósdagin treytaðan dóm í landsrættinum fyri at hava framt kynsligan harðskap móti trimum gentum
Eystari Landsrættur hevur verið í Føroyum seinastu vikurnar
 
30.08.2020 - 14:24

Eystari landsrættur hevur verið í Føroyum seinastu dagarnar og viðgjørt millum annað hetta málið um kynsligan harðskap, sum varð framdur móti gentunum árini 1993 til 1996. Genturnar vóru tá millum 4 og 7 ára gamlar, og talan er um annað kynsligt samband enn samlegu. 

Í 2017 meldaðu fýra gentur mannin til løgregluna fyri kynsligan harðskap, og í september í fjør varð hann í Føroya rætti dømdur 1 ár og tríggjar mánaðar treytaða fongsulsrevsing fyri kynsligan harðskap móti trimum av teimum fýra gentunum, - hann varð frikendur fyri kynsligan harðskap móti einari av gentunum, og hann skuldi ikki rinda gentunum endurgjald. 

Dómurin varð skotin inn fyri landsrættin, sum herdi revsingina og dømdi mannin hálvtannaðárs fongsulsrevsing, dómurin er treytaður.

60 ára gamli maðurin skal eisini vera undir eftirliti hjá kriminalforsorgini í tvey ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. mai
Góðan morgun Føroyar
192582
Fríggjadag 30. mai
Morgunlestur fríggjadagur 30.mai 2025
192276
Hósdag 29. mai
RagnarRokk 29.mai 2025
191805
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. mai
Andakt við Pól Johannesen
192558
Hósdag 29. mai
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
192552
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491
Týsdag 27. mai
Veðrið
192469