Játtanin til at undirvísa útlendingum tvífaldast

Játtanin til at undirvísa útlendingum tvífaldast
Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2021 eru 3,4 mió. kr. settar av til endamálið
Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, hevur skotið upp at hækka játtanina til at undirvísa útlendingum í Froyum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.10.2020 - 08:54

Landsstýrið ætlar at brúka meira enn dupult so nógv til at undirvísa útlendingum í føroyskum máli, føroyskari mentan og føroyskum samfelagsviðurskiftum.

Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2021 eru 3,4 mió. kr. til hesa undirvísing. Játtanin í ár er tvær milliónir.

Og kvøldskúlarnir fáa 1,5 mió. kr. afturat til undirvísing í føroyskum fyri fremmandamælt.

Í februar í vóru fólk úr 100 tjóðum í Føroyum. Hetta eru fólk, sum hava annað móðurmál enn føroyskt.

Tá vóru 1800 fólk úr øðrum londum enn Norðurlondum her. Millum teirra vóru 300 børn og ung. 

Uttanríkis- og Mentamálaráðið hevur sett sjøtul á arbeiði, har námsætlanin í føroyskum máli og føroyskari mentan fyri vaksin verður dagførd og skipað eftir CEFR leistinum, sum er evropeiski leisturin um slíka mállæru. 

Undirvísingartilfar, royndaruppgávur og greiningartilfar verða gjørd.

Og ein diplomútbúgving verður gjørd til teirra, sum skulu undirvísa tilflytarum, bæði vaksnum og børnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576