Tunlarnir norður um Fjall kosta 522 mió. kr.

Tunlarnir norður um Fjall kosta 522 mió. kr.
Nú er kostnaðarmetingin dagførd, og verkætlanin er tann sama sum fyri tíggju árum síðani
Trý byggifeløg eru biðin um at geva tilboð høvuðsarbeiðstøkuna at gera tunlarnar norður um Fjall
 
09.12.2020 - 08:39

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, bað í gjár løgtingið hækka játtanina til tunlarnar norður um Fjall upp í 522 mió. kr.

Sambært verklagslógini frá 2009 eru settar av 252 mió. kr.

Verkætlanin var tá klár at bjóða út í 2010, men tað varð av ongum. 

Nú er kostnaðarmetingin dagførd, og verkætlanin er tann sama sum fyri tíggju árum síðani.

Trý biðin um tilboð

Fýra feløg buðu sær til at vera við í undangóðkenningini at geva tilboð upp á høvuðsarbeiðstøkuna.

Trý teirra eru biðin um tilboð.

Farið verður undir at gera arbeiðsvegir longu í ár, sigur landsstýrið.

Frá 2009 til 2011 vórðu brúktar tríggjar milliónir krónur til tunlarnar norður um Fjall, 670.000 kr. í 2019, og í ár eru játtaðar 15 mió. kr. Fimm eru brúktar, og tíggju vera fluttar til næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425