Mest seldi bilurin í heiminum

Mest seldi bilurin í heiminum
Hetta er fyrstu ferð í fimm ár, at bilmerkið er ovast á listanum
 
28.01.2021 - 08:18

Toyota var heimsins mest selda bilmerki í 2020. Hetta er fyrstu ferð í fimm ár, at Toyota er ovast á listanum yvir seld bilmerki kring heimin, skrivar tíðindastovan hjá Reuters.

Volkswagen hevur verið heimsins mest selda bilmerki, men týska fyritøkan varð harðari rakt av koronu-farsóttini enn Toyota, sum hóast eina afturgongd í sølu upp á 11,3 prosent bleiv heimsins mest selda bilmerki í 2020.

Afturgongdin hjá Volkswagen í 2020 var 15,2 prosent. At Toyota ikki hevði eins stóra afturgongd og Volkswagen í 2020 kemst serliga av, at koronufarsóttin ikki hevur rakt japanska og asiatiska marknaðin sum heild so hart sum tann evropeiska og amerikanska marknaðin.

Toyota-fyritøkan sigur eisini, at 23 prosent av seldu Toyota-akførunum í 2020 vóru elbilar. Í 2019 var hetta talið 20 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815