Stórtap móti køldum kekkum

Stórtap móti køldum kekkum
Føroyska hondbóltslandsliðið við monnum tapti stórt móti Kekkia, sum vísti, hví teirra landslið verður mett at vera tað sterkasta í bólkinum
Helgi Hoydal og hinir taptu greitt móti Kekkia. Sunnudagin kemur Ukreina á vitjan í Føroyum
 
12.03.2021 - 19:34

Føroyar vórðu trýstar frá byrjan, og Kekkia skeyt fýra mál, meðan teir í hvítum bert fingu eitt.

Føroyingarnir mistu kortini ikki mótið, og Filip Jojic, sum spældi nógv fyrstu løtuna, og Kjartan Johansen fingu nøkur mál, so kekkiska leiðslan ikki vaks.

Men tað kostaði kreftir, og síðstu løtuna undan steðginum drógu kekkar aftur frá. Føroyingarnir høvdu ilt við at spæla seg ígjøgnum, høvdu ikki dómaran við sær og Kekkia fingu fleiri kontramál.

Tí kundu kekkar fara til hálvleiks við eini 14-8 leiðslu.

Leiðslan vaks

Leiðslan hjá heimaliðnum vaks fyrstu løtuna eftir steðgin. Bæði strikan og vengurnir skutu væl, meðan málverjin hjá kekkum bjargaði nógv.

Tórður Guttesen kom inn í føroyska málið, og hann tók fleiri skot eina løtu, og tá Petur Krogh skoraði eftir 40 minuttir var munurin fimm.

Møguleikin at koma niður á fýra kom onkuntíð, men tá var stongin fyri, og so fóru kekkar longur frá aftur. Tá sjey minuttir vóru eftir at spæla vóru heili níggju mál á muni.

Síðstu løtuna funnu bæði Jónas Djurhuus og Vilhelm Poulsen Helga Hoydal á strikuni, og hann var tryggur.

Stríðið pyntaði nakað um støðuna, men endaliga úrslitið - 28-20 - segði sína greiðu søgu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329