Fyrstu hálvfinalurnar í Burn-deildini í kvøld

Fyrstu hálvfinalurnar í Burn-deildini í kvøld
Í kvøld verða fyrstu hondbóltshálvfinalurnar í Burn-deildini spældar. KVF stroymir dystin í Vestmanna millum VÍF og Neistan frá kl. 17.50
Í kvøld verða fyrstu hálvfinalurnar í Burn-deildini spældar
 
31.03.2021 - 13:42

VÍF tekur ímóti Neistanum og KÍF og H71 bresta saman í Kollafirði í fyrstu hálvfinalunum í Burn-deildini, sum verða spældar í kvøld.

Dysturin í Vestmanna byrjar klokkan 18:00, og tann í Kollafirði klokkan 20.00. KVF stroymir dystin millum VÍF og Neistan frá kl. 17.50 á heimasíðuni, kvf.fo.

Spennandi dystir

Í hálvfinalunum verður spælt verður best av trimum dystum. Lagt er upp til spennandi hálvfinalur. VÍF og Neistin hava spælt tríggjar ferðir í landskappingini, og Neistin hevur vunnið tvær ferðir, meðan VÍF hevur vunnið einaferð. Samlaði málmunurin millum liðini er 92-89 tl fyrimuns fyri havnaliðið.

Hálvfinalurnar millum kollfirðingar og hoyvíkingar kunnu eisini gerast spennandi, um hugt verður eftir innanhýsis úrslitunum millum liðini í ár. H71 hevur vunnið tvær ferðir móti KÍF í landskappingini, og kollfirðingar hava vunnið eina ferð. Samlaði málmunurin er 79-77 til fyrimuns fyri hoyvíkingar.

Finaluliðini skulu finnast

Nógvur hondbóltur verður spældur um páskirnar, tí tað, sum nevnt omanfyri, verður spælt best at trimum í hálvfinalunum. Tað merkir, at um liðini vinna hvør sína hálvfinalu, skal alt avgerast í einum triðja dysti. Málmunur verður ikki brúktur. Í SMS-deildini verður ikki greitt fyrrenn í kvøld, tá grundspælið endar, hvussu verður spælt í hálvfinalunum.

Skráin fyri endaspælið í Burn-deildini

Mikudagin 31. mars
Hálvfinala 1 kl. 18.00 VÍF – Neistin
Hálvfinala 1 kl. 20.00 KÍF – H71

Leygardagin 3. apríl
Hálvfinala 2 kl. 20.00 H71 – KÍF

Mánadagin 5. apríl
Hálvfinala 2 kl. 19.00 Neistin – VÍF

Mikudagin 7. apríl
Møgulig hálvfinala 3 kl. 18.00 VÍF – Neistin
Møgulig hálvfinala 3 kl. 20.00 H71 – KÍF



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254