50 krónur fyri at taka tínar egnu pengar út úr BankNordik

50 krónur fyri at taka tínar egnu pengar út úr BankNordik
Bank Nordik lækkar nú loftið, fyri nær ein skal rinda negativa rentu av innistandandi, og so fer tað at kosta 50 krónur at taka pengar út við kassan
Prísurin fyri at taka tínar egnu pengar út úr BankNordik tvífaldast
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.07.2021 - 14:24

BankNordik broytir prísirnar fyri tænastur, og so lækkar bankin lofti fyri, nær ein skal rinda negativa rentu av innistandandi.

Upphæddin er nú ásett at vera 150.000 krónur, áðrenn ein skal rinda negativa rentu. Áðrenn var henda upphædd 350.000 krónur.

Aftrat hesum, so verður negativa rentan á innlánum lækkað úr -0,6 prosentum til -0,75 prosent.

 

Pensjónskontan eisini dýrari

Tað verður eisini dýrari at hava pensjónkontu í Bank Nordik, tí rentan á pensjónskontum fer somuleiðis úr -0,6 prosentum til -0,75 prosent, og tað er galdandi frá fyrstu krónu.

Aftrat hesum, so boðar bankin frá einari røð av nýggjum prísum. Tað eru 38 tænastur, sum allar verða dýrari frá 16. august.

Eitt nú fer tað nú at kosta 500 krónur í árligum kontugjaldi fyri eina gjaldoyrakontu - sum nú er kostar hetta 100 kr.

Prísurin fyri útgjald við kassan verður tvífaldaður, úr 25 krónum upp í 50 krónur, og tað sama verður galdandi fyri at seta pengar inn á tína egnu kontu.

Og so fer tað eisini at kosta 5 krónur, fyri hvørja girokortrokning ein avgreiðir á sínum egna netbanka. Hetta er í løtuni ókeypis.

 

Átta sjálvtøkur lata aftur

Bank Nordik boðar eisini frá, at átta sjálvtøkur kring landið lata aftur.

Frá 16. august vera sjálvtøkurnar á Toftum, Strondum, í Kollafirði, í Hoyvík, í Hornabø, í Vági, á Eiði og á flogvøllinum allar lætnar aftur.

Talið av sjálvtøkum fer tí niður í helvt.

Bankin sigur í fráboðan á heimasíðuni, at sjálvtøkur eru dýrar í rakstri, og av tí at nýtslan er avmarkað, so gevur henda tænasta samanumtikið hall.

Hóast príshækkingarnar, sum nú eru fráboðaðar, so stendur væl til hjá bankanum. Í fjør hevði bankin 166 mió. krónur í avlopi fyri skatt, og fyrsta ársfjórðing í ár, var hetta talið 118 mió. kr. í avlopi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938