Nú er loyvt skipum at umskipa veiðuna í altjóða sjógvi

Nú er loyvt skipum at umskipa veiðuna í altjóða sjógvi
Fiskimálaráðið hevur broytt kunngerðina fyri makrelfiskiskapin, so tað nú verður loyvt skipum at umskipa veiðuna millum skip í altjóða sjógvi
Mynd: Bárður Michaelsen  
 
14.07.2021 - 13:48

Tað er §35, stk 6, sum nú verður broytt, so at orðingin "á føroyskum landleiðum" verður strikað. 

Greinin gevur Vørn lógarheimild til at geva skipum, sum søkja um loyvi, undantak frá kravinum um at hava góðkenda innvigingarskipan sambært kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum. 

Kunngerðin hevur higartil verið galdandi fyri skip, sum taka ímóti veiðu frá øðrum skipum á føroysku landleiðunum og flyta veiðuna til innvigingarstað í Føroyum. 

 

Trý skip fingu ætlanarskriv

Broytingin hendir í kjalarvørrinum av, at Vørn hevur sent ætlanarskriv til trý skip hjá reiðarínum Varðanum, tey eru Tummas T, Gøtunes og Tróndur í Gøtu, tí skipini hava umskipa makrelveiðuna í altjóða sjógvi. 

Sambært Vørn hava skipini ikki fingið loyvi til hetta, og kunnu skipini tí nú missa loyvi at taka og lata makrel í føroyskum sjógvi í eina viku.

 

Handlaðu í góðari trúgv

Í útvarpstíðindunum í gjárkvøldið segði Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum, at skipini høvdu handlað í góðari trúgv, tí skiparin á Gøtunesi fyrst í juli hevði søkt um loyvið at umskipa fisk millum skip hjá reiðarínum. 

Sama dag gav Vørn Gøtunesi loyvi til bæði at taka móti og lata makrel til hini skipini, men í svarinum verður víst á, at talan er um loyvi í føroyskum sjógvi. 

Men tá umsóknin var fyri eitt generelt loyvi, tulkaði felagið tað soleiðis - tá einki annað bleiv staðfest í svarinum frá Vørn - at tað var tað, sum var givið. 

 

Ongar viðmerkingar

Stjórin í Vørn ynskir ikki at gera viðmerkingar til málið, meðan tað verður viðgjørt. 

Men við broyttu kunngerðina fær Vørn nú heimild til eisini at veita hetta undantakið í altjóða sjógvi. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532