Føroyar møta Luksemborg, Italia og Lettlandi

Føroyar møta Luksemborg, Italia og Lettlandi
Luksemborg, Italia og Lettland verða mótstøðuliðini hjá hondbóltslandsliðnum við monnum í 1. umfari av undankappingini til HM, sum verður í Svøríki og Póllandi í 2023
Føroyar endaðu í bólki 4 saman við Luksemborg, Italia og Lettlandi
 
19.08.2021 - 10:00

Luksemburg, Italia og Lettland verða mótstøðuliðini hjá Føroyum í i 1. umfari av undankappingini til HM-endaspælið í 2023, sum verður í Svøríki og Póllandi, skrivar Hondbóltssambandið á facebook.

Tað er greitt eftir lutakastið, sum var fyri løtu síðani. Liðini úr fjórða styrkisbólki, harímillum Føroyar, fingu eisini fyrsta rætt at skipa fyri undankappingini, um bólkurin verður leiktur sum ein kapping yvir eitt vikuskiftið.

Føroyar vóru í bólki saman við Luksemborg í seinastu HM-undankappingini, og ta ferðina vunnu Føroyar 24-22. Í undankappingini til HM í 2018 hittust Føroyar og Italia. og tá vann Italia stórt, 29-18. 

Lettland var við í EM-endaspælinum fyri fyrstu ferð í 2020, har lettar taptu allar dystirnar og endaðu aftast.

16 lið eru við í 1. umfarið, og tey vórðu býtt í fýra bólkar. Tvey tey ovastu liðini í hvørjum bólki spæla seg víðari til play-off dystir ímóti liðunum, sum eru hægri styrkismett.


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541