Vænta omanfyri 200 koronutilburðir frá í gjár

Vænta omanfyri 200 koronutilburðir frá í gjár
Seinasta samdøgrið eru væntandi omanfyri 200 nýggir smittutilburðir við koronu, sum aftur er met, segði løgmaður á tíðindafundinum.
Michael Boolse, fúti og formaður í Farsóttarnevndini, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á tíðindafundi seinnapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.12.2021 - 16:29

Aftur í gjár vóru metnógvir koronusmittutilburðir staðfestir í Føroyum. 

- Seinastu dagarnar hava vit havt støðugt vaksandi smittutal, og bara hetta seinasta samdøgrið er væntandi omanfyri 200 nýggir smittutilburðir. Hetta er tíverri nýtt met, segði Bárður á Steig Nielsen á tíðindafundinum, sum varð hildin kl. 15 seinnapartin.

Landsstýrið og farsóttarnevndin mæla tí til, at vit avmarka sera nógv, hvussu vit halda nýggjár í morgin.

- Støðan við Omikron er nú tann, at mest sannlíkt fara vit øll at verða smittað fyrr ella seinni. Tí ræður nú um, at vit øll ikki gerast smittað samstundis, soleiðis, at trýst kemur á okkara heilsuverk, segði løgmaður.

- Vit mugu toyggja smittukurvina so langt út, sum til ber. Tíverri hava vit sæð, at smittan veruliga hevur tikið dik á seg um jólini, og tí vil eg nú koma við eini áheitan til okkum øll, sum ætla at savnast nýggjársaftan: Lat okkum halda tilmælini um frástøðu og reinføri, lat okkum bert savnast við teimum, sum vit annars dagliga eru saman við, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður á tíðindafundinum.

Michael Boolsen, fúti og formaður í Farsóttarnevndini, legði afturat, at um man fer at halda nýggjár saman við øðrum enn sínum húski, so eiga ikki fleiri enn 10 fólk at savnast.

Hóast hesi tilmæli, so eru Føroyar enn á gula ljósinum í ferðsluljósskipanini hjá Landsstýrinum. 

 

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Bjarni á Steig, yvirlækni og heilsufakligur ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum, seðgi, at tað nú var av alstórum týdningi, at drýggja smittubreiðingina av koronu sum longst, fyri at verja alneyðugar funksjónir í samfelagnum og ikki bert heilsuverkið. Koppsetingin fyri koronu er framvegis besta amboðið.

- Fyri tað fyrsta, so er tað eitt sera stutt tíðarskeið frá tí, at ein er staðfestur positivur fyri koronu til tú kanst bera tað víðari, og í tí tíðarskeiðnum, er ein kanska ikki heftur at sjúkraeyðkennum. Tað næsta er, at nakrir veikleikar eru í tí, sum vit fremst av øllum høvdu sum eitt amboð móti koronu. Tað er eitt ár síðan vit fingu koppingarevni, og tá trúðu vit, at nú var sloppið. Men koppingin hjálpur bæði við at linka um smittuvandan fyri onnur, um ein sjálvur verður smittaður, ein fær minni sjúkueyðkenni, sum førir til færri innleggingar. Hetta er høuðsorsøkin til, at koppingarevnið er effektivt, segði Bjarni á Steig millum annað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. desember
Jambalaja - 281224
185647
Leygardag 28. desember
Upp á tá - 271224
185644
Leygardag 28. desember
Morgunlestur leygardagur 28. desember 2024
185003
Fríggjadag 27. desember
TEMAPLÁTAN: 'The Montreaux Album', Smokie, 1978
185635
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984
Fríggjadag 27. desember
Veðrið
185616
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652