Skuldsettur fyri brot á upphavsrættin

Skuldsettur fyri brot á upphavsrættin
Politiið hevur eisini lagt hald tekniska útgerð, sum nú verður kannað
 
16.02.2022 - 15:51

Løgreglan hevur skuldsett ein 49 ára gamlan mann í Havn fyri brot á upphavsrættin, tí hann í fleiri førum hevur selt rætttindi til sjónvarpsrásir, uttan loyvi frá ánaranum av upphavsrættinum.

Maðurin var handtikin í gjár.

Politiið hevur lagt hald á ymiska tekniska útgerð, sum nú verður kannað nærri fyri at fáa greiði á, hvussu umfatandi lógarbrotið er.

Skuldsetti játtar seg partvís sekan í skuldsetingini, sigur politiið, sum ikki hevur fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053