Pensjónistar arbeiða - landið spardi 100 mió. kr. í fjør

Pensjónistar arbeiða - landið spardi 100 mió. kr. í fjør
Lógin um úsetta pensjón kom 1.januar 2020, og nú hava knappliga 200 fólk úsetta pensjón
Sólvit Nolsø er landsstýrismaður í almannamálum.
 
09.05.2022 - 08:28

Landið spardi slakar 90 milliónir krónur í fólkapensjón í 2020 og góðar 100 milliónir í fjør, tí løn og onnur inntøka vóru mótroknaðar, áðrenn pensjónin var goldin.

Tað upplýsir Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður, í svari til Erhard Joensen, løgtingsmann.

Mett er, at 65 míó. stava frá arbeiðsinntøku í 2020 og 74 milliónir í 2021.

 

25 mió. í brennistuðli

Brennistuðul bæði árini, 2020 og 2021, er okkurt um 25 milliónir krónur.  

Fólk, sum hava útsetta pensjón, eru ikki við í tølunum.

Lógin um úsetta pensjón kom 1.januar 2020.

Nú hava knappliga 200 fólk úsetta pensjón.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576