- Ein háðan móti Skálafjarðarøkinum og øllum Norðoyggjum

- Ein háðan móti Skálafjarðarøkinum og øllum Norðoyggjum
Borgarstjórarnir í Runavík og Klaksvík eru alt annað enn fegnir um ætlanina hjá landsstýrinum at niðurleggja deildir hjá Akstovuni fyri heldur at stovna bileftirlitsstøð.
Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, og Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, finnast harðliga at ætlaninum hjá landstýrismanninum í fíggjarmálinum um at niðurleggja deildir hjá Akstovuni og heldur stovna felags bileftirsstøð.
 
06.07.2022 - 12:50
1537413

Ætlanin at niðurleggja deildirnar hjá Akstovuni í Klaksvík og Saltangará fyri heldur at gera eina bileftirlitsstøð í Norður-eysturøkinum er ein stór háðan móti Skálafjørðarøkinum og øllum Norðoyggjum. 

Tað sigur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. Saman við borgarstjóranum í Runavíkar kommunu finst hann harðliga at ætlanini hjá Una Rasmussen, landsstýrismanni í fíggjarmálum.

Skilir ikki grundgevingarnar

Í útbjóðingartilfarinum til eina nýggja bileftirlitsstøð, sum skal koma í staðin fyri verandi deildir hjá Akstovuni í Klaksvík og Saltangará, stendur, at "Økið frá Kambsdali til Norðagøtu verður mett sum optimal staðseting." 

Hetta hevur loypt hvøkk á borgarstjórarnar í Klaksvíkar og Runavíkar kommunu, Karl Johansen og Tórbjørn Jacobsen.

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu sigur seg hava ilt við at skilja grundgevingarnar, tí royndirnar vísa, at slíkar støðir mugu vera, har fólk búleikast.

- Nú verða deildirnar fluttar, frá einum staði, har tað er ein miðsavning av fólki, til eina oyðimørk. Tað einasta, sum eg kann draga samanum, er, at landsstýrismaðurin setur eftirlitsstøðina í egið tún, tí hann vil hava atkvøður til annaðhvørt fólkatingsvalið ella løgtingsvalið, sum stendur fyri framman, sigur borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Torbjørn Jacobsen. 

Ein háðan móti Norðoyggjum og Skálafjørðinum

Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen, skilir heldur ikki grundgevingarnar hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Sambært honum er talan um eina háðan móti Norðoyggjum og Skálafjørðinum. 

- Klaksvíkin og Saltangará, sum í dag hava tænasturnar, sleppa als ikki at vera við. Tað er ein stór háðan móti Skálafjarðarøkinum og ikki minst móti øllum Norðoyggjum. 

Ger arbeiðið effektivari

Hósdagin í farnu viku, segði Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at við at samla virksemið á einum staði, verður tænastan bæði betri og effektivari. 

Millum annað vísti hann á, at við at savna deildirnir og skipa eina serstaka bileftirlitsstøð, sleppa 500 fleiri bilar um árið gjøgnum eftirlit.

Uni Rasmussen

Caption: 
Uni Rasmussen er landstýrismaður í fíggjarmálum.

Má vera har, sum fólkið er

Men Tórbjørn Jacobsen skilir ikki heilt, hvussu tað hjálpir upp á tænastuna at flyta støðirnar frá tveimum av størstu býunum í landinum. 

- Vit tosa um tann næststørsta og tann triðstørsta býin í Føroyum. Ein stovnur av hesum slag skal vera har, sum fólki, ið hevur tørv á stovninum, er búsett, sigur Torbjørn Jacobsen. 

Heldur ikki Karl Johansen megnar at fylgja grundgevingunum hjá landsstýrismanninum. Tí trupulleikarnir hjá Akstovuni eru nakrir heilt aðrir enn hølini, heldur hann.

- At flyta hølini ger arbeiðið hjá starvsfólkum, sum sýna bilar bæði í Saltangará og Klaksvík, lættari. Men sama úrslit fæst við eitt nú at seta fleiri sýnsfólk, tí tænastan til borgaran má vera aðalmálið, heldur borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297