Farmaskip við korni úr Ukraina er komið til Sýria

Farmaskip við korni úr Ukraina er komið til Sýria
Razoni hevur 26.000 tons av maisi í lastini
Razoni fór úr Ukraina 1. august og er nú komið til Sýria.
 
16.08.2022 - 09:16

Farmaskipið Razoni er komið til sýriska býin Tartus, skrivar Financial Times, sum grundar sína vitan á myndir, sum fylgisveinar hava tikið.

Staðsetingin hjá farmaskipinum, sum fór úr Ukraina 1. august, hevur verið ókend seinastu tríggjar dagarnar, tí tólið, sum sigur, hvar skipið er, er sløkt.

Razoni, sum siglir undir sierraleonskum flaggi, hevur 26.000 tons av maisi í lastini.

Razoni er fyrsta farmaskipið, sum siglir við korni úr Ukraina, síðani kríggið byrjaði.

 

Noktaði at taka lastina

Upprunaliga skuldi skipið til Libanon, men keyparin noktaði at taka lastina, tí skipið kom nógv seinni enn avtalað. Síðani er lastin keypt og seld fleiri ferðir.

Men nú vísa fylgisveinamyndir, at skipið kom í havn í Sýria longu leygardagin. 

Ukraina hevur fyrr lagt Sýria undir at innflyta í minsta lagi 150.000 tons av korni, sum Ukraina sigur er stolið úr goymslum eftir russisku innrásina. Russland hevur víst aftur at hava stolið korn.

Ukraina telist millum størstu kornútflytarar í heiminum.

Í juni kvetti Ukraina diplomatisku sambondini við Sýria, tí Sýria viðurkennir landspartarnar Luhansk og Donetsk sum sjálvstøðugar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959