Roger Federer takkar fyri seg

Roger Federer takkar fyri seg
Heimskendi tennisspælarin, Roger Federer, gevst at spæla eftir 24 glæsilig ár á vøllinum
Best á grasi: Roger Fererer vann Vimbledon átta ferðir, Australian Open seks ferðir, US Open fimm ferðir og French Open eina ferð
Mynd: RitzauScanpix  
 
15.09.2022 - 15:23

Eftir 24 ár og 20 Grand Slam-sigrar gevst Roger Federer at spæla tennis.

41 ára gamli sveisarin skal spæla kappingina Laver Cup seinni í hesum mánaðinum, men so takkar hann fyri seg.

Hann hevur drigist við knæskaðar síðstu árini, hevur bert verið við í trimum av ellivu Grand Slam-kappingum síðan 2020 og tríggjar ferðir hevur hann verið undir knívinum.

 - Boðini frá kroppinum í seinastuni hava verið greið, skrivar Roger Federer á sosialu miðlunum. 

 - Eg havi spælt meir enn 1500 dystir í 24 ár. Nú má eg viðganga, at tíðin er komin at gevast við yrkistennis.

Bert Rafael Nadal (22) og Novak Djokovic (21) hava vunnið fleiri Grand Slam-kappingar enn væl lýddi sveisarin, og síðstu 20 árini verða av fleiri mett at vera gullaldurin tennis við monnum.

 - Eg var somikið heppin at sleppa at spæla nógvar stórdystir, sum eg ongantíð fari at gloyma. Vit kempaðu við ovuhuga og yvri, skrivar Roger Federer. 

 - Eg eri sera takksamur. Vit trýstu hvønn annan, og saman lyftu vit tennis upp á hægri stig.

Hann vann sína seinastu Grand Slam-kapping í 2018 sum 36 ára gamal í Avstralia.

Boðini frá Roger Federer koma bert tvær vikur eftir at eina annar av størstu tennisspælarunum í søguni, Serena Williams, helst spældi sín seinasta dyst, tá hon tapti fyri Ajla Tomljanovic í US open í New York.

Hon hevði tá vunnið 23 Grand Slam-kappingar upp á 27 ár.


Risar: Roger Federer og Serena Williams verða neyvan aftur at síggja á tennisvøllinum

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860