Enn ein úr B36 til B68

Enn ein úr B36 til B68
Ragnar Samuelsen, sum fyrr hevur spælt undir Jákupi á Borg í barndómsfelagnum, B36, skiftir nú til B68, har hann aftur skal spæla undir núverandi B68-venjaranum
Ragnar Samuelsen í evropa cup-dysti fyri B36
 
06.11.2022 - 14:15

Ragnar Samuelsen skiftir úr B36 til B68.

Tað kunngerð toftafelagið í dag.

Miðvallarin hevur fyrr spælt undir leiðsluni hjá Jákupi á Borg í B36, og hetta var ein orsøk til skiftið til felagið hinumegin tunnilsmunnan. 

 - Hetta kennist sum tað rætta at gera beint nú, og eg eri spentur uppá tað sum B68 hevur gongd í. Samstundis hevur tað eisini talt upp, at sleppa at arbeiða saman við Jákupi aftur, sigur Ragnar Samuelsen smbært facebook-vanganum hjá B68.

Hetta hendir stutt eftir at Alex Mellemgaard, sum eisini hevur spælt saman við og undir leiðsluni av Jákupi á Borg, skifti hvítt út við reytt.

Í fjør royndust fleiri fyrrverandi B36-spælarar væl á Toftum. Rói M. Hentze og brøðurnir Hugin og Gilli Samuelsen stóðu seg allir væl í tíðarskeiðum í kappingini í fjør, sum endaði við, at B68 bjargaði sær enn eitt ár í Betri-deildini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744