Tingfólk í Fólkaflokkinum kunnu atkvøða eftir egnari sannføring

Tingfólk í Fólkaflokkinum kunnu atkvøða eftir egnari sannføring
Nýggi formaðurin í flokkinum sigur, at hamurin er skiftur, men politikkurin er framvegis tann sami
Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, sigur, at hamurin er skiftur, men politikkurin er tann sami.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.11.2022 - 14:07

Løgtingslimir hjá fólkaflokkinum skulu frameftir kunna atkvøða eftir egnari sannføring í etiskum málum, og Annika Olsen kann stilla upp fyri flokkin, hevur hon hug til tað.

Tað var ein av niðurstøðunum á fundinum hjá Fólkaflokkinum í gjár, har Beinir Johannesen var valdur til nýggjan formann eftir Christian Andreasen.

- Hamurin er skiftur, men politikkurin er framvegis tann sami, sigur nývaldi formaðurin:

 

11112022_Beinir

 

Beinir Johannesen sigur, at hann fer at seta seg í samband við Sólvit Nolsø, Heðin Zachariasen og Christian Andreasen fyri at vita, um teir hava broytt støðu eftir avgerðirnar í gjárkvøldið. Teir boðaðu allir frá í gjár, at teir ikki stilla upp til løgtingsvalið.

Nýggi formaðurin sigur, at hann fer eisini at seta seg í samband við Anniku Olsen.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576