Biden: Ósannlíkt at Russland skeyt rakettina

Biden: Ósannlíkt at Russland skeyt rakettina
Amerikanskir embætismenn siga, at tað vóru ukrainskar deildir, sum skutu, men alment verður einki sagt um málið
Joe Biden, forseti, sigur, at USA fer at hjálpa Póllandi at fáa greiði á, hvat er hent.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.11.2022 - 09:04

Amerikanski forsetin, Joe Biden, sigur, at sambært fyribils upplýsingum er ósannlíkt, at rakettin, sum drap tvey fólk í Póllandi í gjár, var skotin úr Russlandi.

Tað skrivar Reuters.

Forsetin sigur tó einki um, hvør kann hava skotið rakettina.

Amerikanskir embætismenn siga, at tað vóru ukrainskar deildir, sum skutu rakettina, sigur ein tíðindamaður hjá AP, sum hevur tosað við ónevndu keldurnar.

 

Rakettin datt niður í pólskt øki nærindis ukrainska markinum og drap tvey fólk. 

 

Gjørd í Russlandi

Ukrainskir og pólskir myndugleikar vilja vera við, at rakettin var gjørd í Russlandi.

Russland hevur víst aftur, at landið hevur skotið rakettir inn í Pólland. 

Alment verður einki sagt um, hvaðani rakettin var skotin.

Joe Biden sigur, at USA fer at hjálpa Póllandi at fáa greiði á, hvat er hent. Amerikanski forsetin er í løtuni á G20-toppfundi á Bali í Indonesia. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087