Komandi felagið hjá Janu Mittún í fíggjarligum trupulleikum

Komandi felagið hjá Janu Mittún í fíggjarligum trupulleikum
Komandi felagið hjá føroyska landsliðsspælaranum, Janu Mittún, Viborg HK, hevur stórt hall annað árið á rað og má útvega neyðuga fígging í desembur
Viborg HK vann seinasta dyst, men hevur trupult við at fóta sær fíggjarliga
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
28.11.2022 - 13:18

Komandi felagið hjá føroyska hondbóltslandsliðsspælaranum, Janu Mittún, Viborg HK, hevur góðar tríggjar milliónir í halli í ár, skrivar Viborg Stifts Folkeblad.

Felagið hevur fingið tilsøgn um helvtina av hallinum, men framvegis mangla 1,6 milliónir í.

Nevndarformaðurin í Viborg, Karsten Cronwald, sigur við Viborg Stifts Folkeblad, at støðan er álvarsom og manglandi fíggingin skal fáast til vega í desember. Um tað ikki eydnast, kann felagið ikki fullføra kappingarárið.

 - Vit hava ikki seks mánaðir at loysa trupulleikarnar. Vit mugu loysa hetta í desember, sigur Karsten Cronwald.

Nevndarformaðurin væntar, at tað fer at bera til at útvega pengarnar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065