Víkingur til Norra

Víkingur til Norra
20 ára gamli miðvallarin Noah Mneney fer úr Víkingi til norska felagið Bryne FK, sum spælir í næstbestu norsku deildini
Í landsliðsørindum: Noah Mneney spældi sín fyrsta landsdyst í fjør ímóti Kosovo
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
30.01.2023 - 11:06

20 ára gamli miðvallarin Noah Mneney skal spæla við Bryne FK í næstbestu norsku deildini. Hann hevur skrivað undir trý ára sáttmála.

Tað skrivar Bryne FK á heimasíðu síni.

Ágangandi spælarin, sum fekk sín fyrsta landsdyst í venjingardysti ímóti Kosovo í november í fjør, hevur síðstu árini verið ein av bestu miðvallarunum í bestu føroysku deildini. Í fjør var hann valdur til besta unga spælara í Betri-deildini.

Í norska felagnum eru tey væl nøgd við at hava fingið undirskriftina hjá evnaríka spælaranum.

 - Hann er ein ungur spælari, sum kann mennast nógv. Hann er longu góður, og hann kemur til Bryne fyri at gerast uppaftur betri, sigur ítróttastjórin í Bryne, Roger Eskeland.

Síðstu trý kappingarárini hevur hann spælt mestsum fast á víkingamiðvøllinum saman við Géza Dávid Turi, og tað verður ein avbjóðing hjá venjaranum, Jóhan Peturi Poulsen, at finna ein fullgóðan avloysara.

 - Vit harmast sjálvandi um, at Noah ikki verður partur av okkara hópi í 2023, og tað verður heilt klárt ein stórur missur, men vit eru stolt av at hava ment enn ein leikara, sum útlendsk feløg hava fingið áhuga fyri, skrivar Víkingur á facebook.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360