Eyðun Klakstein: Góðir møguleikar at fáa stig

Eyðun Klakstein: Góðir møguleikar at fáa stig
Føroyska U21-fótbóltslandsliðið við monnum skal spæla ímóti Portugal, Kroatia, Grikkalandi, Hvítarusslandi og Andorra í komandi EM-undankappingini. Venjarin er væl nøgdur
Eyðun Klakstein (t.h.) skrivar undir saman við hjálparvenjaranum, Atla Gregersen
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
02.02.2023 - 11:33

Føroyska U21-fótbóltslandsliðið við monnum skal spæla ímóti Portugal, Kroatia, Grikkalandi, Hvítarusslandi og Andorra í komandi EM-undankappingini, skrivar fsf.fo.

Tað er greitt eftir lutakast í Nyon fyrrapartin.

Nýggi venjarin hjá U21-landsliðnum, Eyðun Klakstein, letur væl at.

 - Vit eru komin í ein sterkan og spennandi bólk, har spælararnir veruliga sleppa at royna seg. Avbjóðingarnar vera stórar og krevjandi, men vit halda okkum hava góðar møguleikar at vinna dystir og stig, sigur hann við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum. 

Helst besti møguleikin at fáa stig kemur longu í fyrsta dystinum 16. juni, tá Andorra vitjar í Føroyum. Fimm dystir verða spældir í ár og fimm næsta ár.


Skráin
16. juni Føroyar – Andorra
7. sept. Hvítarussland – Føroyar
12. sept. Føroyar – Kroatia
17. okt. Andorra – Føroyar
16. nov. Grikkaland – Føroyar

2024
21. mars Portugal – Føroyar
5. sept. Kroatia – Føroyar
10. sept. Føroyar – Grikkaland
11. okt. Føroyar – Portugal
15. okt. Føroyar – Hvítarussland

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329