- Tíðindi, mentan og ítróttur
568 fólk staðfest deyð í jarðskjálvta í Turkalandi
Talið á deyðum í Turkalandi og Sýria eftir harða jarðskjálvtan í Turkalandi í nátt er nú komið upp á 568.
Tað skrivar BBC.
Nógvir bygningar eru farnir, og mett verður, at fleiri túsund fólk enn liggja undir húsatoftunum.
Jarðskjálvtin, sum var klokkan 17 minuttir yvir eitt í nátt føroyska tíð, máldi 7,8 á Richter-talvuni, og merktist eisini í grannalondunum Libanon, Ísrael, Kypros og Grikkalandi. Talan er um ein av harðastu jarðskjálvtum, sum hava verið í Turkalandi.
(Mynd: Ritzau Scanpix)
(Mynd: Ritzau Scanpix)
17.000 doyðu í 1999
Í 1999 lótu meir enn 17.000 fólk lív í einum hørðum jarðskjálvta í útnyrðingspartinum av Turkalandi. Mett verður, at avleiðingarnar av hesum jarðskjálvtanum kunnu gerast líka ringar og kanska verri enn í 1999.
Stephen Hicks, jarðfrøðingur á University College í London, sigur við BBC, at harðasti jarðskjálvti, sum higartil er skrásettur í Turkalandi, var í 1939, og hann var eisini 7,8 á Richter-talvuni. Tá doyðu 30.000 fólk.