Nevndin hevur fund um kirkjuna 5. februar

Nevndin hevur fund um kirkjuna 5. februar
Formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar kommunu vil í løtuni einki siga um málið um byggiloyvi til nýggja kirkju á Argjum
Málið um nýggja kirkju á Argjum er farið aftur í byggi- og býarskipanarnevndina. (Savnsmynd)
 
26.01.2024 - 16:00

- Vit mugu fyrst hava ein fund í byggi- og býarskipanarnevndini um møguligt endaligt byggiloyvi til Argja kirkju, og fyrr enn fundurin hevur verið kann eg einki siga nakað um, hvørja lagnu málið fær.

Tað sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, eftir at málið nú aftur er beint í byggi- og býarskipanarnevndina.

 

Tróndur Sigurðsson er formaður í byggi- og býarskipanarnevndini.

 

Hann vil ikki gera bandaða samrøðu, men vísir á, at nevndin hevur fund 5. februar.

Tó er hann alt annað enn sannførdur um, at málið endar her, og at tað ikki aftur verður lagt til støðutakan í býráðnum.

Býráðsfundurin samtykti í gjárkvøldið at beina málið aftur í byggi- og býarskipanarnevndina, sum býráðið heldur eigur endaligu avgerðina um eitt møguligt endaligt byggiloyvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815