ES umhugsar at skaða búskapin í limalandinum Ungarn

ES umhugsar at skaða búskapin í limalandinum Ungarn
Málið er at skaða arbeiðsmarknaðin og vøksturin, um myndugleikarnir í Budapest ikki gevast at brúka sýtingarrættin móti hjálp til Kyiv
ES streingir á Ungarn at ganga við til ein stóran hjálparpakka til Ukraina og hóttir við tiltøkum, um Ungarn aftur fer at brúka sýtingarrættin. (Savnsmynd)
 
29.01.2024 - 08:49

ES fer at 'sabotera' ungarska búskapin, um landið á toppfundinum í hesi vikuni steðgar hjálpini til Ukraina.

Tað skrivar Financial Times, sum skrivar um ætlanina, sum nú verður snikkað saman, og sigur hana gera støðuna spentari í sambandi við Ukraina-pakkan frá ES.

Strategiin fer, sambært blaðnum, neyvt at raka veikleikar í ungarska búskapinum, gera gjaldoyrað veikari og noyða fram stórt misálit hjá íleggjarum í landinum.

Málið er at skaða arbeiðsmarknaðin og vøksturin, um myndugleikarnir í Budapest ikki gevast at brúka sýtingarrætt sín móti hjálp til Kyiv. 

 

Hevur nýtt sýtingarrættin fyrr

Á toppfundinum í desember nýtti ungarski forsætisráðharrin Viktor Orban sýtingarrættin móti at játta 50 milliardir evrur til Ukraina yvir fýra ár.

Stuðulin hevur alstóran týdning fyri krígsherjaða landið, ikki minst tí republikanararnir í Kongressini í Washington framhaldandi eru ímóti amerikonskan stuðli.

Nýggjastu ábendingar frá formanninum í amerikanska Umboðsmannatinginum, Mike Johnson, eru, at enn er langt á mál, til semja verður um ein pakka við tiltøkum við markið, stuðli til Ísraels og hjálpt til Ukraina.

Fríggjadagin segði eitt ES-sendifólk við Politico, at umhugsað verður at taka atkvøðurættin í ES frá Ungarn, tað heimilar lógargrein 7. 

 

Viktor Orban er forsætisráðharri í Ungarn. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Kann verða útihýst

Ungarn kann sostatt verða útihýst frá avgerðum, sum verða tiknar í ráðharraráðnum.

Grein 7 verður rópt 'kjarnorku-knøtturin' hjá ES, og er álvarsamasta revsing, sum ES hevur. Higartil er hon ongantíð verið brúkt.

Longu í 2018 fór ES undir tilgongd, sambært grein 7, móti Ungarn. Men tilgongdin hevur í longri tíð ligið í dvala.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. januar
Upp á tá - 300126
203537
Leygardag 31. januar
Jambalaja - 310126
203536
Leygardag 31. januar
Vikugesturin: Skommin er burtur
203530
Leygardag 31. januar
Vikan 31. januar 2026
203527
Leygardag 31. januar
Morgunlestur leygardagur 31.januar 2026
203271
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189