Danmark framvegis minst korrupta landið

Danmark framvegis minst korrupta landið
Finnland er á øðrum plássi og Ný Sæland á triðja plássi
Eins og í fjør, fær Danmark 90 av 100 møguligum stigum, og er sostatt minsta korrupta land á listanum framman fyri Finnland, sum fær 87 stig. 
 
30.01.2024 - 15:00

Danmark er framvegis heimsins minst korrupta land, Finnland er á øðrum plássi og Ný Sæland á triðja plássi. 

Verri er statt í øðrum londum í heiminum.

Tað vísir yvirlit, sum Transparency International ger hvørt ár um mutur í almenna geiranum.

 

Fá framstig

- Flestu lond hava at kalla eingi framstig gjørt at handfara mutur í almenna geiranum, staðfestir felagsskapurin, Transparency International, í árligu frágreiðing síni.

Eins og í fjør, fær Danmark 90 av 100 møguligum stigum, og er sostatt minsta korrupta land á listanum framman fyri Finnland, sum fær 87 stig. 

Ný Sæland er farið úr 87 niður á 85 stig, men er framvegis á triðja plássi.

Noreg er framvegis á fjórða plássi við 84 stigum.

 

Svøríki aftan fyri Singapore

Hjá Svøríki gongur skeivan veg. Landið lá leingi framman fyri Noreg, og fekk 89 stig í 2015. Men nú fær Svøríki 82 stig, og er aftan fyri Singapore.

Ísland hevur afturgongd, 72 stig, og er farið 10 stig aftur seinastu 10 árini.

Holland fær 79, og Bretland fær 71 stig, sum er tað minsta, sum Bretland nakrantíð hevur fingið, skrivar NTB.

Sí yvirlit yvir londini her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
209013
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945