Hondgranat funnin við ísraelsku sendistovuna í Stokkhólmi

Hondgranat funnin við ísraelsku sendistovuna í Stokkhólmi
Hondgranatin varð tveitt upp um girðingina við sendistovuna og bleiv uppdagað tíðliga seinnapartin
Ein hondgranat var funnin við ísrarelsku sendistovuna í Stokkhólmi ídag.
Mynd: Henrik Montgomery/TT/Ritzau Scanpix  
 
31.01.2024 - 17:47

Bumbusóparar hava sprongt eina hondgranat við ísraelsku sendistovuna í Stokkhólmi, skrivar Aftonbladet.

Hondgranatin varð tveitt upp um girðingina við sendistovuna og bleiv uppdagað tíðliga seinnapartin.

Svenska løgreglan byrgdi síðani økið av, meðan luturin, sum var funnin, bleiv kannaður.

Sambært TV4 veit løgreglan ikki, hvussu leingi hondgranatin hevur ligið framman fyri sendistovuna.

Fólk vóru ikki flutt av sendistovuni, tá hondgranatin var funnin, ella tá hon bleiv sprongd, skrivar TV4.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
209013
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945