Elias og Hákun spæla stórdystir

Elias og Hákun spæla stórdystir
Elias Ellefsen á Skipagøtu og felag hansara, Kiel, spæla ímóti oddaliðnum, Magdeburg, í kvøld, meðan Hákun West av Teigum og Füchse Berlin taka ímóti Flensburg í annaðkvøld
Elias Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel spæla ímóti Magdeburg í kvøld
Mynd: Frank Molter / AP / Ritzau Scanpix  
 
07.02.2024 - 13:17

Føroyingarnir báðir í bestu týsku hondbóltsdeildini, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum, spæla avgerandi stórdystir í dag og í morgin.

Í kvøld tekur THW Kiel ímóti Magdeburg á Wunderino-Arena, og um Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir skulu nærkast Bundesliga-toppinum, skulu teir vinna. 

Magdeburg er oddalið í deildini við 32 stigum, meðan Kiel hevur 26 stig á 5. plássi. Føroyski spælskiparin skeyt trý mál og legði upp til fýra, tá Kiel tapti 34-31 í Magdeburg í heyst, men Kiel hevur vunnið sjey teir seinastu Bundesliga-dystirnar.

 

Hákun ímóti Jóhan

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin halda ivaleyst við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í kvøld, hóast THW Kiel vanliga ikki er høgt í metum í týska høvuðsstaðnum.

Füchse Berlin liggur í løtuni á 2. plássi við sama stigatali sum Magdeburg, og Hákun West av Teigum vónar óivað at fáa eina hjálpandi hond frá vinmanninum í Kiel.

Berlinrevarnir , sum ikki hava tapt seinastu 11 dystirnar, hava ein torføran dyst á skránni í annaðkvøld, tá Flensburg við Jóhan á Plógv Hansen á liðnum vitjar í Max-Schmeling-Halle. Flensburg liggur í løtuni á 3. plássi við 28 stigum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329