Hava ikki kannað, um alivinna ávirkar tosk og upsa

Hava ikki kannað, um alivinna ávirkar tosk og upsa
Spurningurin er áhugaverdur, heldur deildarstjóri á Havstovuni, men slíkar kanningar eru rættiliga umfatandi
Eydna í Homrum er deildarstjóri á Tilfeingisdeildini á Havstovuni. (Savnsmynd)
 
08.02.2024 - 13:27

At tilgongdin av toski og upsa síðstu 15 til 20 árini er minkað, kann hava okkurt við vaksandi alivinnuna at gera, er ein spurningur, sum Havstovan heldur vera áhugaverdan.

Meinhard Jacobsen, fiskivinnuverkfrøðingur, hevur reist spurningin, men Eydna í Homrum, deildarstjóri á Tilfeingisdeildini á Havstovuni, sigur, at hetta hava tey ikki kannað.

 

Meinhard Jacobsen, fiskivinnuverkfrøðingur. (Savnsmynd)

 

 

Í eini longri grein um dagarnar, umrøður Meinhard Jacobsen málið, og í samrøðu við útvarpið týskvøldið segði hann tað vera umráðandi, at hesi viðurskifti verða kannað.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

08022024_Tilfeingiskanning

 

Sí eisini: Alivinnan ávirkar kanska veiðuna av toski og upsa


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373