Heitasti januar higartil

Heitasti januar higartil
Alt árið 2023 var eisini tað heitasta árið, sum higartil er mált
Miðalhitin á jørðini í 2023 var 14,98 hitastig, sum vóru 0,17 stig meira enn gamla hitametið frá 2016. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
09.02.2024 - 08:52

Januar mánaður í ár var heitasti januar, sum higartil er máldur.

Tað veit Copernicus, sum er veðurlagstænastan hjá ES, at siga.

Copernicus gevur hvønn mánað út frágreiðing, sum millum annað viðger gongdina í hitanum á landi og á sjógvi.

 

13,14 stig

Sambært seinastu frágreiðingini var miðalhitin í januar í heimshøpi 13,14 hitastig. Tað eru 0,12 stig meiri enn í januar 2020, sum tá var heitasti januar higartil.

Hetta er átandi mánaður á rað, at nýtt hitamet verður sett.

Alt árið 2023 var eisini tað heitasta, sum higartil er mált. Miðalhitin á jørðini í 2023 var 14,98 hitastig, sum vóru 0,17 stig meira enn gamla hitametið, ið er frá 2016.

Copernicus skrivar eisini, at í stórum pørtum av Evropa var januar vátari enn vanligt. Hinvegin vóru aðrir partar av heiminum, har tað var turrari enn vanligt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. februar
Morgunlestur týsdagur 3.februar 2026
203552
Mánadag 2. februar
EM-tíðindi 2. februar 2026
203589
Mánadag 2. februar
Góðan morgun Føroyar
203581
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609
Mánadag 2. februar
Palli Halaleysi - teknmálstulkað
203608
Mánadag 2. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203606
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561