Fegnir vinnarar á Ítróttafagnaðinum

Fegnir vinnarar á Ítróttafagnaðinum
Ítrótturin fagnaði sínum á árliga fagnaðinum hjá ÍSF, har sjey heiðurslønir vóru latnar. Hoyr hvat vinnararnir søgdu við Kringvarpið
Ísak Vedelsbøl umboðaði spælararnar hjá hondbóltslandsliðnum á Ítróttafagnaðinum
Mynd: Ólavur Frederiksen / ÍSF  
 
12.02.2024 - 09:11

A-landsliðið í hondbólti fór avstað við størsta heiðrinum, tá Ítróttafagnaðurin 2023 var í Løkshøll í Runavík. 

Hondbóltsmenninir vórðu valdir til Ítróttanavnið 2023 frammanfyri KÍ og Jónas Gunnleivsson Isaksen, sum eisini vóru í uppskoti.

 - Tað er einki mark fyri, hvussu høgt vit kunnu koma, segði Ísak Vedelsbøl, sum umboðaði hondbóltslandsliðið í Løkshøll.

 - Hetta er eitt kempi herðaklapp fyri alt stríðið, sum allir hesir spælararnir sjálvbodnir ár undan ári undan ári [hava lagt í hondbóltin], segði Jóngerð M. Nielsen, liðleiðari.

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
 

 

Evropameistarin stjørnuskotið

Jónas Gunnleivsson Isaksen hevði eitt frálíkt 2023, har hann millum annað gjørdist U20-evropameistari í 400 metra renning. Tá hann ikki vann størsta heiðurin, fór hann ikki óvæntað avstað við Stjørnuskotinum 2023.

 - Tað er skeg at fáa okkurt afturfyri tíðina, sum mann hevur brúkt úti í regni og vindi og stormi, segði rennarin úr Kvívík.

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
 
 

Heri Ziska vann nýggjan heiður

Ítróttavenjarin var latin fyri fyrstu ferð, og tann heiðurin fór Heri Ziska avstað við. Venjarin í Hvirluni er ein ímynd av frælsum ítrótti í Føroyum, har hann hevur verið við í fremstu røð bæði sum íðkari og venjari, og hann fegnaðist um viðurkenningina.

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
 
 

Alt fyri TB

Ítróttaeldsálin 2023 fór til Eyðdis Ellendersen, sum hevur tikið sær av alskyns uppgávum í TB í meir enn 20 ár. Hon kom upp í nevndina í 2023, og síðan hevur hon selt atgongumerki, lutaseðlar, kaffi, lisið bingotøl. Hon var eisini forkvinna eitt skifti. 

 - Alt fyri TB, var greiði boðskapurin hjá henni, tá hon tók ímóti virðislønini í Løkshøll.

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
 
 

B71 besti felagsskapurin

Besti ítróttafelagsskapurin var B71 kosin at vera. Felagið á Sandi er kanska best kent fyri fótbóltin, men fevnir eisini um hondbólt og flogbólt. 

 - Sjálvboðin og eldsálir, tær hava vit nógvar av, og eg trúgvi, at øll koma at síggja, hvønn týdning tað hevur at vera ein partur av hesum felagsskapinum, segði formaðurin ígjøgnum nógv ár, Karl Vidtfeldt.

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
 
 

Sólstrálurnar koma úr Neistanum

Ein annar nýggjur heiður, sum var latin á Ítróttafagnaðinum hesa ferð, er Sólstrálan 2023. Hann verður latin til ung undir 20, sum gera eitt stórt arbeið í ítrótti onkursvegna.

Tað vóru blaðungu Gyða B. Djónadóttir og Johanna Østerø í Neistanum, sum fingu hendan heiðurin. Tær bæði spæla og venja yngri gentur í hondbóltsfelagnum, og tær hjálpa eisini fegnar til, tá tørvur er á tí í samband við dystir og annað.

 - Eg veit ikki, hvat eg skal siga. Hetta er so stórt og stuttligt, segði Gyða B. Djónadóttir.

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Heiðursskjalið fór til judomann

Hvørt ár verður heiðursskjal Poul E. Petersen latið fólki fyri serliga tænastu fyri føroyskan ítrótt. 

Hesa ferð var Jan Günter heiðraður fyri sítt ótroyttiliga arbeið innan judo, sum hann - saman við øðrum - arbeiddi hart fyri at grunda í Føroyum. 

 - Hetta betýðir nógv, segði Jan Günter.

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112
Týsdag 20. mai
3-2 (19. mai 2025)
192108
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017