ES setur fleiri tiltøk í verk móti Russlandi

ES setur fleiri tiltøk í verk móti Russlandi
Ætlanin er, at tiltøkini skulu setast í verk á ársdegnum fyri russisku innrásina í Ukraina, 24. februar
Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, fegnast um, at ES-londini eru samd um at herða tiltøkini móti Russlandi. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix))
 
21.02.2024 - 10:17

ES-londini eru samd um 13. pakkan við tiltøkum móti Russlandi.

Tað upplýsa belgiski formansskapurin í ES og forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen.

- Eg fegnist um avtaluna um nýggja pakkan við tiltøkum móti Russlandi. Vit noyðast at halda á at bróta niður krígsmaskinuna hjá Putin, stendur í fráboðanini frá von der Leyen. 

Hon sigur, at við 2.000 listum um tiltøk verður trýstið á Kreml varðveitt. 

- Vit avmarka eisini atgongdina hjá Russlandi at útvega sær dronur, sigur forkvinnan í ES-nevndini.

Ætlanin er, at tiltøkini skulu setast í verk á ársdegnum fyri russisku innrásina í Ukraina, 24. februar. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938