USA vil eisini hava Rutte til aðalskrivara

USA vil eisini hava Rutte til aðalskrivara
Frammanundan hava Týskland og Bretland boðað frá, at tey mæla til, at hollendski forsætisráðharrin verður nýggjur aðalskrivari
Fráfarandi forsætisráðharrin í Hollandi, Mark Rutte, er í uppskoti at gerast nýggjur Nato-aðalskrivari. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
23.02.2024 - 08:33

USA mælir nú eisini til, at hollendski forsætisráðharrin, Mark Rutte,  verður nýggjur aðalskrivari í Nato.

Tað var á einum tíðindafundi í Hvítu húsunum í gjár, at talsmaðurin fyri Hvítu húsini, John Kirkby, var spurdur,  hvønn USA fer at mæla til, verður nýggjur aðalskrivari í Nato.

- Ég kann siga, at USA hevur boðað teimum sameindu frá, at at vit halda, at Mark Rutte hevði verið ein góður aðalskrivari í Nato, segði John Kirkby.

 

Londini skulu vera samd

Í gjár boðaðu Týskland og Bretland frá, at londini mæla til, at Mark Rutte verður nýggjur aðalskrivari í Nato. 

Norðmaðurin, Jens Stoltenberg, hevur verið aðalskrivari í Nato síðani 2014. Tíðarskeiðið er longt nakrar ferðir, men nú hevur hann boðað frá, at hann fer úr starvinum í seinasta lagi í oktober í ár.

Tá ið nýggjur aðalskrivari skal finnast, skal semja vera millum øll tey 31 Nato-londini. Mótstøða skal í øllum førum ikki vera móti avgerðini, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. mai
NSÍ var leikliga betri, men KÍ vann
191761
Mánadag 12. mai
Góðan morgun Føroyar
191749
Sunnudag 11. mai
Bolero
191709
Sunnudag 11. mai
Guðstænasta í Haldórsvíkar kirkju
191708
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. mai
Anna FD 564 - teknmálstulkað
191741
Sunnudag 11. mai
Møti úr Stranda missiónshúsi
191725
Sunnudag 11. mai
Andakt
191720
Leygardag 10. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
191687