Drap føroyskan psykiatara - dømdur óásetta tíð í serligum varðhaldi

Drap føroyskan psykiatara - dømdur óásetta tíð í serligum varðhaldi
Dómsmansrætturin sigur, at dómurin samsvarar við tilmæli frá rættarlæknaráðnum. Verjin fer at kæra dómin við kravi um, at maðurin verður frídømdur
Rætturin í Glostrup dømdi mannin sekan at hava dripið Mariann Stenberg, psykiatara, sum er føroyingur. (Savnsmynd)
 
05.04.2024 - 14:06

Ein 41 ára gamal maður skal í óásetta tíð í varðhald á Sikringen, sum er serliga tryggjað psykiatrisk deild í Slagelse í Danmark.

Tað avgjørdi rætturin í Glostrup í dag, eftir at maðurin var funnin sekur í at hava dripið Mariann Stenberg, psykiatara, sum er føroyingur, og fyri drápsroynd móti tveimum starvsfólkum í psykiatriini. 

Sambært ákæruritinum, fór 41 ára gamli maðurin inn á Rættarpsykiatriska ambulatoriið í Brøndby í juli í fjør vápnaður við knívi. 

 

Hótti onnur starvsfólk við knívi

Umframt at drepa 66 ára gomlu Mariann Stenberg, stakk hann eisini tvey onnur starvsfólk við knívi. 

Dómsmansrætturin sigur í grundgevingini, at dómurin samsvarar við tilmæli frá rættarlæknaráðnum um varðhald á serliga tryggjaðu psykiatrisku deildini, Sikringen.

- Avgerðin er tikin við støði í metingum, lyndinum hjá tí ákærda og at hann er dømdur fyrr, sigur rættarformaðurin, sambært dr.dk.

Verjin hjá manninum sigur, at dómurin verður kærdur við kravi um, at maðurin verður frídømdur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
209013
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945