- Eg eri ongantíð blivin vaksin

- Eg eri ongantíð blivin vaksin
Vikugesturin: Listakvinnan Astri Luihn, sum er fylt 75 ár, hevur altíð havt ein serligan kærleika til Petur Pan.
Astrid Luihn, listakvinna
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.04.2024 - 12:05

- Eg eri nokk ongantíð blivin ordiliga vaksin. Eg eri eitt sindur barnslig og eldhugað enn. Akkurát sum Petur Pan. 

Astri Luihn, listakvinna, sum fylti 75 ár tann 31. mars, hevur altíð havt ein serligan tokka til Petur Pan, og hon elskar hann framvegis.

Tá ið hon kom flúgvandi til Føroya fyrstu ferð, var tað eisini Petur Pan, ið sum tað fyrsta rann henni til hugs, tí tær grønu oyggjarnar mintu hana um ynskioynna. Og her í Føroyum fann hon alt tað, sum hon vildi liva fyri. Fólkini, náttúruna og mentanina.

Astri Luihn er kend sum listakvinnan við teimum absraktu og figurativu málningunum, har onkur lomvigi ofta er at síggja. Hennara høvuðsverk munnu vera listprýðingarnar av fleiri skúlum, og hon sigur, at hon umsetur landsløg til tónleik í hennara verkum.

Men hon byrjaði eina heilt aðrastaðni. Hon fór longu úr fólkaskúlanum sum tólv ára gomul, tí hon treivst ikki á skúlabonki. Hon fór tí blaðung á musikkkonservatorium. Seinni tók hon sjálv studentsútbúgving, so hon kundi lesa víðari á Oslo Universiteti í tónlistafrøði, fólkaminni og fólkalívsfrøði. Har hitti hon Eyðun Andreasen, fólkalívsfrøðing; tey giftust, og hon bleiv forelskað í honum - og Føroyum.

Hoyr samrøðuna við Astri Luihn, har tosað verður um uppvøksturin í Oslo, um ikki at kunna sita still, at blíva vaksin ella lata vera, um hennara list og um at búgva í Føroyum.

1665026

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026 - teknmálstulkað
211359
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026
211357

Meira um sama evni