Tær 17 ljósmøðurnar: Snýr seg ikki um at vera fyri ella ímóti fosturtøku

Tær 17 ljósmøðurnar: Snýr seg ikki um at vera fyri ella ímóti fosturtøku
Silja í Liða, ið er stigtakari til skrivið frá teimum 17 ljósmøðrunum, sigur, at skrivið snýr seg bara um at tryggja rættin hjá ljósmøðrunum at arbeiða við samvitskufrælsi
 
18.04.2024 - 12:40

17 ljósmøður heita nú í skrivi á rættarnevndina hjá løgtinginum um at fáa sokallaðu 'samvitskuásetingina' í uppskotið um nýggja fosturtøkulóg.

Silja í Liða, ljósmóðir, er stigtakari til skrivið. 

"Hetta er upp á ongan máta at taka støðu til fyri ella ímóti fosturtøku. Hetta snýr seg um okkara rætt, sum heilsustarvsfólk, at kunna gera okkara arbeiði við samvitskufrælsi," staðfestir Silja í Liða.

Í skrivinum stendur orðarætt:

"Ein lógartryggjaður rættur fyri heilsustarvsfólk til ikki at medvirka til fosturtøkuinntriv - har ið summar av undirritaðu hava eina samvitsku, ið ikki loyvir hesum - hevði verið sámilig trygd og sámilig samvitskufrælsi í okkara samfelagi eftir okkara áskoðan."

 

Tryggja samvitskufrælsi

Heilsustarvsfólk skulu hava lógartryggjaðan rætt og lógartryggjað samvitskufrælsi til at virka, eins og donsk heilsustarvsfólk hava, heldur Silja í Liða, ljósmóðir.

Diana Reynstind, serlækni í kvinnusjúkum, sær fyrimunir við, at ásetingin ikki er í føroysku lógini.

Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, sigur, at tað er av praktiskum orsøkum, at ásetingin um samvitskufrælsi ikki er við í uppskotinum.

Silja í Liða spyr, hvat samfelag vit fáa, um heilsustarvsfólk ikki sleppa at velja eftir egnari samvitsku.

INNSLAG_17_ljosmodur_18042024
 

Dagført kl. 15.56:

Eftir innslagið hevur Diana Reynstind, yvirlækni í kvinnusjúkum skrivað til Kringvarpið og víst á, at ljósmøður fremja ikki abortir. Tað er bara læknar innan serøkið gynekologi og obstetrik, sum hava hetta sum ein part av sínum arbeiðsuppgávum.

Seinabortir verða tó framdar á føðideildini, tí tað er eitt inntriv, har kvinnan hevur tørv á hjálp, vegleiðing og pínustillandi frá ljósmøðrunum, sigur Diana Reynstind eisini. 
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065