Gantz hóttir Netanyahu

Gantz hóttir Netanyahu
Fyrrverandi hernaðarleiðarin í Ísrael og núverandi limur í krígsráðnum, Benny Gantz, leggur nú trýst á forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu
Benny Gantz, leggur nú trýst á forsætisráðharran í Ísrael, Benjamin Netanyahu.
 
19.05.2024 - 12:08

- Legg eina krígsætlan ella fari eg úr stjórnini, sigur Benny Gantz.

Mótstøðan móti forsætisráðharranum er sostatt ikki longur bert á gøtunum, har fólk mótmæla krígnum í Gaza, men er eisini í kreppustjórnini, sum varð gjørd aftaná yvirgangsálopið 7. oktober.

Hetta seinasta, er at Benny Gantz tekur seg úr stjórnini umforsætisráðharrin ikki leggur eina nýggja ætlan, sum skal fáa ísraelsku gíslarnar heim úr Gaza og beinir burtur fyri Hamas.

Og tað skal henda áðrenn 8. juni.

- Um tú velur at føra tjóðina út av eggini, so taka vit okkum úr stjórnini, venda okkum til fólkið og gera eina stjórn, sum kann vinna álitið hjá fólkinum, sigur Benny Gantz við Times of Israel, sambært danska kringvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Morgunlestur fríggjadagur 29.mai 2026
208233
Hósdag 28. mai
RagnarRokk 28.mai 2026
208557
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457