Hoyra ikki Kringvarpið

Hoyra ikki Kringvarpið
Hóast landið hevur skyldu til at tryggja, at øll kunna lurta eftir Kringvarpinum, hoyra nógvir útróðrarmenn ikki Kringvarpið, sigur tingmaður
Útróðrarmenn hoyra ikki Kringvarpið, sigur tingmaður.
 
21.05.2024 - 06:46

Hóast landið hevur skyldu til at tryggja, at øll kunna lurta eftir Kringvarpinum, hoyra nógvir útróðrarmenn ikki Kringvarpið.

Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður, sigur, at útróðrarmenn hava gjørt vart við, at ikki ber til at hoyra útvarpið hjá Kringvarpinum nóg væl uttan fyri landoddarnar á opnum havi.

Hann sigur eisini, at privatu útvarpsrásirnar hoyrast nógv betur enn Kringvarpið. 

Hann spurdi tí Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um hetta.

Hon svarar, at tá trupulleikar eru við FM-dekningi hjá Kringvarpinum, fær NET, sum umsitur sendinetið hjá KvF, vanliga kunning um hetta, antin beinleiðis frá lurtarum ella umvegis KvF. 

NET kannar, hvørji øki, talan er um, og ger neyðugu tillagingarnar fyri at betra um hoyrilíkindini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120