Eystari landsrættur aftur hóttur við bumbu

Eystari landsrættur aftur hóttur við bumbu
Hetta er onnur ferðin seinastu vikurnar, at landsrætturin í Keypmannahavn fekk fráboðan um, at ein bumba var í bygninginum
Heldur ikki hesa ferð var nakra illgrunavert funnið í rættarbygninginum. (Savnsmsynd)
 
10.06.2024 - 15:16

Fyri aðru ferð í hálvanannan mánað hevur Eystari landsrættur í Keypmannahavn verið fyri bumbuhóttan.

Fyrru ferð var 26. apríl, og aftur í morgun var neyðugt at tøma landsrættin fyri fólk eftir eina fráboðan um, at ein bumba var í bygninginum.

Stutt fyri døgurða í dag var danska løgreglan liðug at kanna bygningin, og heldur ikki hesa ferð var nakað illgrunavert funnið.

Kanningararbeiðið heldur fram, men virksemið í Eystara landsrætti í Keypmannahavn var so smátt tikið upp aftur seinnapartin. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026