Putin lovar at styrkja sambandið við Norðurkorea

Putin lovar at styrkja sambandið við Norðurkorea
Russiski forsetin kemur á vitjan í Norðurkorea í dag
24 ár eru liðin, síðani Vladimir Putin, forseti, seinast var á vitjan í Norðurkorea.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
18.06.2024 - 10:39

Undan vitjanini hjá Vladimir Putin í Norðurkorea, siga norðurkoreiskir miðlar, at russiski forsetin ætlar at styrkja viðurskiftini millum londini uppaftur meira. 

Í brævi, sum er endurgivið í norðurkoreiska blaðnum Rodong Sinmun, sum merkir Arbeiðarablaðið, takkar Putin Norðurkorea fyri at stuðla krígnum í Ukraina - sum Russland framvegis umrøðir sum hernaðarliga seruppgávu.

Putin sigur, at Russland og Norðurkorea seinastu 70 árini hava ment gott samskifti og samstarv, har bæði londini eru javnsett, og at tey hava álit og virðing hvør fyri øðrum.

 

Lovar stuðul

Í brævinum lovar Putin eisini at stuðla Norðurkorea í átaki at verja síni áhugamál, hóast trýst, avkúgan og hernaðarligar hóttanir, sum Putin skrivar, eru frá USA.

Brævið var almannakunngjørt sama dag, sum kunngjørt var, at Putin kemur á vitjan í Norðurkorea fyri fyrstu ferð í 24 ár. 

Vitjanin varar í tveir dagar og byrjar seinni í dag.

Seinni í vikuni fer Vladimir Putin á vitjan í Vjetnam.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115