Játtanin til KT-vørðir skorin niður í helvt

Játtanin til KT-vørðir skorin niður í helvt
Tað ber ikki til at hava eygu við kt-útbúnaðinum og vegleiða næmingar og lærarar við so avmarkaðari arbeiðstíð, sigur formaðurin í Lærarafelagnum
Farna skúlaár fingu fólkaskúlarnir samanlagt umleið 25.000 arbeiðstímar, ella tað, sum svarar til gott 13 ársverk, til kt-vørðirnar. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen))
 
08.07.2024 - 13:04

Tað kemur illa við, at játtanin til KT-varðauppgávuna í fólkaskúlanum næsta skúlaár er skorin niður í helvtina av tí, ið hon var farna skúlaár. 

- Skúlaleiðarar og KT-vørðir eru í døpurhuga, tí tað ber snøgt sagt ikki til at hava eygu við kt-útbúnaðinum og vera til hjálp og vegleiðing hjá næmingum og lærarum við so avmarkaðari arbeiðstíð.

 

Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum. 

 

Tað sigur formaðurin í Føroya Lærarafelagi, Jacob Eli S. Olsen.

Farna skúlaár fingu fólkaskúlarnir samanlagt umleið 25.000 arbeiðstímar, ella tað, sum svarar til gott 13 ársverk, til kt-vørðirnar.

Næsta skúlaár er játtanin til KT-vørðin skorin meira enn seks ársverk.

Hoyr innslag í útvarptíðindunum: 

 

08072024_Jacob_Eli

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846