Biden sýtir fyri at taka seg úr valstríðnum

Biden sýtir fyri at taka seg úr valstríðnum
Joe Biden, forseti, hevur ongar ætlanir um at taka seg aftur sum forsetavalevni.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
11.07.2024 - 15:40

Amerikanski forsetin Joe Biden sýtir fyri at taka seg aftur sum forsetavalevni fyri demokratarnar. 

Í samrøðu við ABC fyri fáum døgum síðani tók hann soleiðis til:

Um Harrin sjálvur segði við meg: Joe, tú skalt taka teg aftur, so hevði eg gjørt tað.

Førleikin hjá forsetanum - ella vantandi førleikin - at orða seg týðiliga hevur í seinastuni elvt til stúran og ørkymlan millum amerikansku demokratarnar.

Tað er serliga eftir nógv umtalaða kjakið millum Joe Biden og Donald Trump tann 28. juni, at fólk eru farin at spyrja, um Joe Biden átti at lagt frá sær, og latið onkran annan sleppa framat.

Fleiri framstandandi demokratar hava eisini í døgunum eftir kjakið skotið upp at eitt nýtt valevni sleppur framat.

Men sambært Biden sjálvum verður hetta altso ikki við hansara góða vilja.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523