1.478 milliardir norskar krónur í inntøkum fyrra hálvár

1.478 milliardir norskar krónur í inntøkum fyrra hálvár
Pengarnir fossa inn í norska oljugrunnin. Avkastið fyrra hálvár var 8,6 prosent, og inntøkan svarar til umleið 936 mia. kr. í okkara pengum
Mynd: Shutterstock.com  
 
14.08.2024 - 10:45

Norski oljugrunnurin hevði 1.478 milliardir norskar kr. í inntøkum fyrra hálvár í ár, skrivar NRK.

Avkastið er 8,6 prosent, og upphæddin svarar til umleið 936 milliardir kr. í okkara pengum. 

Tað er serliga góða gongdin á partabrævamarknaðinum, sum gevur gott avkast.

Grunnurin fór upp um 11.000 milliardir kr., áðrenn fyrra hálvár var úti.

Við árslok í fjør var virðið í grunninum slakar 10.000 milliardir kr.

Virksemið hjá oljugrunninum byggir mest á at eiga partabrøv í nógvum fyritøkum kring heimin, og tað er 72 prosent av virkseminum hjá grunninum.

Norski oljugrunnurin var settur á stovn í 1996 og er síðani vaksin nógv. Hann er í dag millum størstu almennu pengatangar í øllum heiminum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065