- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggjar nýggjar ráðharrastovur í donsku stjórnini
Danska stjórnin er umskipað.
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, kunngjørdi fyrrapartin nøvnini á teimum, sum vera ráðharrar í nýggju ráðharrastovunum, sum eru skipaðar.
Men tíðindini, sum vekja størstan ans sambært danska kringvarpinum, eru, at yvirborgarstjórin í Keypmannahavn, Sophie Hæstorp Andersen, verður nýggjur almanna- og bústaðarráðharri.
Pernille Rosenkrantz-Theil fer úr hesum ráðharrasessinum, og fer nú at royna at gerast yvirborgarstjóri í Keypmannahavn eftir næsta kommunuval.
Tjóðartrygd og tilbúgving
Torsten Schack Pedersen, sum hevur verið framsøgufólk í Vinstraflokkinum, verður ráðharri fyri tjóðartrygd og tilbúgving, sum er nýggj ráðharrastova.
Jeppe Bruus, sum hevur verið skattamálaráðharri, skal fremja víðfevndu og framsóknu avtaluna, um at gera Danmark umhvørvisvinarligari, í verki. Hetta er eisini ein nýggj ráðharrarstova.
Avtalan ber í sær, at 390.000 hektarar av landbúnaðarjørð verða gjørdir til skóg og náttúru. Avtalan ber eisini í sær, at framleiðslan hjá matvøru- og landbúnaðinum skal leggjast um.
Og so fær Danmark aftur ein evropamálaráðharra. Tað verður fyrrverandi javnstøðumálaráðharrin, Marie Bjerre.
Hon skal fyrst og fremst fyrireika Danmark at taka við formansskapinum í ES.